Ferðafólkini við norsku ferjuni "Silvia Ana" fingu eina heldur baldruta ferð úr Hirtshals til Kristiansand fríggjadagin. Eftir ferðaætlanini eigur ferðin at taka hálvan triðja tíma, men tað vísti seg, at hon vardi fimm tímar. Orsøkin var, at tað var rættiliga frískur vindur av vestri, og tær seks metrar høgu aldurnar darvaðu skipinum, skriva norsk bløð. Tað skilst á bløðunum, at skipið rullaði illa, og at nógv ferðafólk høvdu ein ringan túr.