Eitt løgtingsval í úrtíð kann eftir øllum at døma flyta fjøll. Undir valstríðnum nýttu flokkar høvið til at breggja sær av, at búskaparstøðan í føroyska samfelagnum var góð, hóast niðurgongd var at hóma. Nú tykist vent í holuni.
Fíggjarmálastýrið gjørdi seinasta fríggjadagin eina meting búskaparligu støðuni og kom fram til, at inntøkumetingarnar eru 200 mio. lægri enn fíggjarlógin hjá farnu samgongu boðaði frá.
Í Sosialinum í dag hevur formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, eina viðmerking til inntøkumetingarnar hjá Fíggjarmálastýrinum. Hann rør framm undir, at tey tøl, sum eru komin í ljósmála, hava ikki hald í veruleikanum.
Meðan Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin í løtuni bíða eftir samráðingarboðum, hava Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin umrøtt fíggjar- og búskaparmál á Gamla Apoteki.
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava eina øðrvísi fatan av búskaparligu støðuni enn formaður Tjóðveldisfloksins. Undir samgongusamráðingunum hevur versandi búskaparliga støðan verið nógv umrødd.
Lættari í 1998
?Tað var ólíka lættari í 1998, tá útlitini vóru bjørt. Útlitini nú eru munandi verri, men eg havi roynt tað áður( Jóannes var landstýrismaður í fíggjarmálum frá 1990, blðm). Vit kunnu eftir øllum at døma vænta eitt hall á góðar 300 mio. og tað er ein stór avbjóðing. Nú skulu vit vísa, at vit veruliga eru politikkarar, sigur Jóannes Eidesgaard
Hann heldur tað er av stórum týdningi, at ein komandi samgongu setur sær fyri at skapa neyðugu optimismuna, sum hann málber seg. Hetta skal gerast við einum væl skipaðum vinnupolitikki sum skal verða við til at økja um inntøkurnar og harvið skapa ein fíggjarligan vøkstur.
Komið undir land
Samráðingarnar um ríkisrættarligu viðurskiftini, vinnupolitikkin og fíggjarpolitikkin hava gingið so mikið væl, at Jóannes Eidesgaard metir, at málini eru avgreidd.
Undan samráðingunum vóru hesi trý mál nevnd um tey tungu økini í samráðingunum. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava eftir øllum at døma funnið eina felags semju um hesi øki og tí eru útlitini fyri eini ABC samgongu munandi styrkt.
Samráðingarleiðarin vil framvegis ikki siga, hvørjar semju, teir tríggir flokkarnir hava bundið seg til. Nakað av togtogan var mánakvøldið um skattareformin hjá Sambandsflokkinum, men partarnir funnu kortini eina semju.
Samráðingarnar skuldu halda fram týsmorgunin. Samferðsluøkið var á skránni. Jóannes Eidesgaard væntaði ikki, at nógv tíð fór samferðsluøkinum, tí flestu íløgurnar eru samtyktar. Seinnapartin týsdagin stóðu skúla- og mentanarøkið fyri tørni .