TF Holding samtakið hevði eitt avlop á 197 milliónir krónur í fjør. Áðrenn skatt var avlopið 213 milliónir krónur.
- Miðvísa arbeiðið móti at vera fremsta val føroyinga hevur borið ávøkstur. Samlaða úrslitið er sera gott, hóast partar av samtakinum vóru fyri tapi, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.
TF Holding er í høvuðsheitum myndað av Eik Banka, Tryggingarfelagnum Føroyum, Betri Pensjón og Inni, umframt øðrum ognar- og íløgufeløgum.
Í tíðindaskrivið boðar TF Holding frá, at peningastovnsvirksemið hevði eitt avlop á 167 milliónir krónur eftir skatt, sum er væl betri enn væntað.
Tryggingarfelagið Føroyar hevði knappar 40 milliónir krónur í avlopi, men saman við endurtryggingarvirkseminum gav samlaða skaðatryggingarvirksemið eitt hall upp á 24 milliónir krónur. Orsøkin til tess eru ringu ódnirnar um jólini.
Eginpeningurin hjá samtakinum er 2,8 milliardir krónur, meðan solvensurin er 40,7 prosent.