Vegna ringt veður og útsetta kappróðurin, er skráin á varmakeldu broytt.
Í gjár mátti RSF avlýsa kappróðurin, tí veðrið var so ringt. Hetta hevur eisini ávirkað onnur tiltøk á varmakeldu í Fuglafirði um vikuskiftið. Nú er nýggja skrá komin út. Kappróðurin verður eisini í dag.
Her er nýggja skráin:
Kl. 14.00 Piddasa Handil og Ribarhús letur upp. Miðsummardagar, ymisk søla og málningaframsýning við Sámal Toftanes
Kl. 14.00 Bocchia kapping á Torginum, Svanur
Kl. 14.00 Andlitsmáling o.a. fyri børn í Mentanarhúsinum
Kl. 14.30 Gongutúrur niðan á Altarið, Asbjørn Berthelsen er frásøgumaður. Byrja verður frá Torginum
Kl. 15.00 Tivoli letur upp
Kl. 15.00 Kappróður
Kl. 15.00 Johns Café letur upp
Kl. 15.00 Málningaframsýning í fimleikarahøllini letur upp
Kl. 15.30 Pony ríðing
Kl. 15.30 Beinir Troest Rasmussen, á Torginum
Kl. 16.00 Silvakapping! Norðoya Sparikassi skipar fyri spennandi Silvakapping við Torgið.
Kl. 16.00 Tónleikacafé í Mentanarhúsinum, ókeypis
Kl. 16.00 Sára & Jórun
Kl. 16.20 Oddvá & Rasmus
Kl. 16.40 Marita, Bjørt & Tamara
Kl. 17.00 Døgg & Hans Jacob
Kl. 17.00 Bátasavnið, Bilasavnið og Høvdahúsið lata upp
Kl. 17.00 Fótbóltskapping á vøllinum, 7 ímóti 7 og hálvan vøll.
Kl. 17.00 Eysturoyar MC koma at vitja
Kl. 17.15 Njal R. Petersen & Ása Dam spæla á Torginum
Kl. 17.45 Jógvan Joensen spælir á Torginum
Kl. 18.00 Skjóttgangandi báturin, Scorpion, siglur túrar frá minna bátahylinum
Kl. 18.00 Vatnskutarar kunnu leigast við minna bátahylin
Kl. 18.00 Møti í Siloa
Kl. 18.00 Møti í Thabor við Sunnivu Poulsen, drekkamunnur verður aftaná
Kl. 20.00 Konsert við Hallur Joensen v/Kristinu Bærendsen, Evi Tausen, Rannvá Vesturklett, Tórfríð Tausen og Jessicu Hallursdóttir. FourMENh hita upp.
Kl. 20.00 Málningaframsýning í fimleikarahøllini letur aftur
Kl. 21.00 Útimøti uttanfyri Siloa
Kl. 22.00 Málningauppboðsøla í Mentanarhúsinum, Samson í Lambanum er auktionarius
Kl. 22.00 Tivoli, Piddasahandil, Ribarhús, Høvdahúsið Báta- og Bilasavnið lata aftur
Kl. 23.00 Johns Café letur aftur
Kl. 23.00 Varmakeldusamkoma, felagssangur og Lena Mohr flytir fram røðu við Mentanarhúsið, Fuglafjarðar Sangkór luttekur við sangi
Kl. 23.45 Varmakeldulutaseðlarnir vera drignir
Kl. 24.00 Varmakeldan er av fyri hesaferð










