Enn einaferð ávirkar veðrið siglingina hjá Smyrli. Smyril skuldi sigla av Havnini klokkan 13:30 í dag, men Smyril hevur ikki loyst frá kai enn. Fyri løtu síðani boðaði Strandferðslan frá, at túrurin er útsettur til klokkan 15.
Les eisini:Framvegis upp í 35 m/s
Tað er fitt av vindi kring landið, men sambært DMI minkar vindurin nú út á seinnapartin. Strandferðslan skrivar á heimasíðu síni, at siglt verður aftur av Krambatanga klokkan 17:30 í kvøld, og tá verður siglt sambært vanligu ferðaætlanini aftur.