Mánamorgunin kom sleipibáturin Fairplay 22 inn á Havnina við boriflakanum Amt Carrier á veg úr Hafnafirði í Íslandi á veg til Landskrona í Svøríki. Sera ringt veður hevur verið á leiðini millum Ísland og Føroyar. Onkur sleipitrossur slitnaði, og neyðugt hevur eisini verið at eftirspenna surringar.
Á flakanum er ymisk útgerð hjá einum byggifelag, ið hevur arbeitt í Íslandi, men sum nú skal aftur til Landskrona.
Menn av Tórshavnar Skipasmiðju eru á flakanum, har umvælingarnar verða gjørdar, og roknað verður við, at sleipibáturin og flakin halda leiðina fram til Svøríkis í dag.