Ringt veður er eingin forðing

- At vera postboð er eitt ótrúliga gott arbeiði, sigur Alexandra Georgsdóttir úr Fuglafirði.

Hon er sjálv onnur av tveimum postboðum í býnum, har tað íalt eru omanfyri 600 húsarhald at røkja.

Tann blái liturin er eyðkendur í landslagnum: Bilurin er bláur og postboðið er í bláum búna.

Kvikliga gongur Alexandra millum húsini her á Kambsdali henda týsdagin í farnu viku. Hon ber ikki tasku á herðunum, tí allur posturin liggur inni í postbilinum.

Hon fer inn í eini hús og er løtu seinni aftur við bilin. Tað ræður um at skunda sær, tí í dag er týsdagur – tann stóri postdagurin.

Henda dagin vita postboðini, at serliga nógvur postur er, tí hetta er dagurin tá lýsingarbløðini verða borin út í hvørt einasta hús kring landið.

Húsarhaldini á Kambsdali skulu sjálvandi eisini hava postin bornan út ein slíkan dag.

- Tað einasta sum vantar í dag, er tann blái himmalin, sigur Alexandra við einum brosi.

Hon hevur arbeitt sum postboð í níggju ár. Og trívist sera væl í hesum arbeiðinum.


Vinarlig fólk

At Alexandra yvirhøvur byrjaði sum postboð, kom í roynd og veru ikki av ongum: Hon tók við eftir mammu sína.

- Mamma mín gekk, og so varð eg biðin sum avloysari. Og eg má siga, at mær dámar hetta arbeiðið oordiliga væl, sigur Alexandra.

Tað eru nógv viðurskifti sum benda á hetta: Postboðini byrja tíðliga og enda tíðliga, og eru haraftrat nógv úti í teirri frísku luftini.

- Tað ger heldur ikki arbeiðið verri, at eg hitti so nógv vinarlig fólk her á rutunum hjá mær, slær Alexandra fast.


276 húsarhald

Henda góðveðursmorgunin í farnu viku hittu vit Alexandru í arbeiði sínum, tá komið var nakað út á fyrrapart á degi.

Hon var tá komin til nøkur av uttastu húsunum á Kambsdali, men enn vóru nógv húsarhald sum bíðaðu spent eftir at fáa post.

Postrutan hjá Alexandru henda morgunin byrjaði annars í Fuglafirði og hagani gekk leiðin út á Kambsdal.

- Eftir tað fari eg aftur til Fuglafjarðar, sigur Alexandra, sum íalt hevur 276 húsarhald á hesari rutuni.


Í hvørt hús

Eins og vanligt er, var Alexandra farin til arbeiðis klokkan 6:45 henda morgunin

Hesa vikuna hevur hon bilin, og fór tí til Gøtu eftir postinum. Hesin posturin kemur við bussinum sum fer til Klaksvíkar.

Vanliga er hon liðug at bera postin út, tá klokkan gongur til eitt. Men henda dagin fór tað helst at taka longri tíð.

- Í dag er týsdagur, og tá bera vit Vikublaðið og onnur lýsingarbløð út. Tað skal í hvørt hús, so tað tekur sína tíð.

- Eg vænti ikki at verða liðug, fyrrenn klokkan er farin at nærkast hálvgum tvey. Ein slíkur dagur er altíð strævin, slær Alexandra fast.


Góð klæðir

Veðrið var sum longu nevnt av tí fræga – sólarglottar og nakað av kulda í luftini.

Ein slíkan dag er gott at vera postboð. Men so eru uttan iva eisini aðrir dagar, har tað ikki er so hugaligt.

- Nei, tað veit eg ikki. Eg haldi, at teir dagarnir eru so mikið fáir í tali, at eg hugsi als ikki um tað.

- Hevur ein heit og góð klæðir, so ber tað væl til, sigur hon brosandi.



Tvær rutur í býnum

Í Fuglafirði eru tvær rutur hjá postboðunum – onnur er bert í Fuglafirði, meðan hin hevur bæði Kambsdal og Fuglafjørð við.

Tann ið er á seinnu rutuni hevur postbilin, meðan hin avgreiðir postin í niðaru helvt av býnum við postprutlinum. Íalt eru omanfyri 600 húsarhald at røkja.

Skipanin hjá postboðunum er hon, at tann ið hevur bilin fer til Gøtu klokkan 6:45 eftir postinum, sum kemur hagar úr Havnini. Samstundis fer hitt postboðið á posthúsið í Fuglafirði at skilja tann postin, sum er komin hagar.