Fíggjarlóg
Jenis av Rana, tingmaður Miðfloksins, og Heini O, Heinesen, fígjarnevndarlimur Tjóðveldisfloksins, taka báðir undir við at hækka fólkapensiónina, um fígging fæst. Sostatt er meiriluti á tingi fyri uppskotinum hjá Helenu Dam á Neystabø.
Jenis av Rana er tó í iva um, hvørt Helena Dam á Neystabø nú meinar tað í álvara, sum hon skjýtur upp.
?Tað er sera ringt at taka hasi fólkini í álvara, sigur hann. Tí tey hava nú havt hálvtfjórða ár at koma við hasum hækkingunum, uttan at nakað nevnivert er hent. So at koma við slíkum nú, ófráboðað, tá fíggjarlógin er komin til viðgerðar, er óseriøst, heldur hann.
Men tað skal ikki standa á Miðflokkinum at fáa uppskotið samtykt, sigur hann.
Jenis av Rana sigur, at Miðflokkurin fer sjálvur at koma við einum øðrum uppskoti, sum sigur, at fólkapensiónin skal vera skattafrí, eins og allar aðrar inntøkur, sum fólkapensionistar hava. Fult og aldeilis, sigur hann.
Hann tekur uppaftur, at hann trýr ikki rættiliga upp á hatta uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, tí hann dugir ikki at síggja, hvussu tað skal fíggjast, uttan at hækka fíggjarlógina. Men hann vísir tó á, at um Sjálvsstýrisflokkurin nú stendur og manglar pengar, kundi hann bara latið vera við at lækka blokkin.
Jenis av Rana heldur annars, at lækkingin av blokkinum átti at farið til fólkaatkvøðu. Tað hevði fallið við brestin, er hann ivaleysur í.
Eisini fíggjarnevndarlimur Tjóðveldisfloksins, Heini O, Heinesen, er fyri at hækka fólkapensiónina, um skilagóð fígging fæst til tað. Men hannn ivast í, hvaðani hon skal koma.
?Tað verður so ikki við at hækka fíggjarlógina, tí so fer hon at geva hall, og tað ganga vit als ikki við til.
Hinvegin gongur Tjóðveldisflokkurin inn fyri samhaldsføstu hugsjónini. Tann samhaldsfasti er nógv tann skjótasta loysnin á málinum, sigur Heini O. Heinesen.
Skal fólkapensiónin hækkast, sum Helena Dam á Neystabø vil, skal okkurt annað takast av aftur fíggjarlógini, vísir fíggjarnevndarlimur Tjóðveldisfloksins, á.
Hvat tað skal vera, má Helena Dam á Neystabø sjálv finna fram til. Heini O. Heinesen væntar ikki fulla semju um tað í samgonguni, sigur hann. Hann metir hetta útspælið hjá Sjálvsstýrisflokkinum í heila tikið at vera løgið, sigur hann.
Men kann Sjálvsstýrisflokkurin vísa á eina skilagóða fígging til hækkan av fólkapensiónini, tekur hann undir við tí.
Og so er meiriluti á tingi fyri uppskotinum hjá Helenu Dam á Neystabø um at hækka fólkapensiónina komandi ár.









