Ringt at taka í egnan barm

Oddagrein:

Flestu munnu vera samd um, at Kaj Leo Johannesen og samgonga hansara hava spælt fallit, eftir at tað ikki eydnaðist at finna semju um fíggjarlógarkarmin. Tað skerst ikki burt, at eitt so umfatandi niðurlag hjá einum samgonguleiðara, at hann ikki megnar at fáa eina semju um nakað so grundleggjandi, sum hendan lógin um fíggjarkarmin er, eigur at fáa avleiðingar.

Fólk standa nú spyrjandi, um samgongan hevur nakran kjans. Í gjár vístu vit á, at Jóannes Eidesgaard tyktiskt ikki hava serligar vónir - og hann helt eisini fyri, at tá tingfólk ikki kunnu semjast og standa saman í hesum máli, so fer at bera illa til hjá nøkrum at halda saman upp á tingfólk í øðrum málum. Og rætt hevur hann. Í útvarpinum í gjár gav Magni Laksáfoss ábendingar um, at løgmaður heldur ikki hevur ein samdan flokk aftan fyri seg - soleiðis tykist Jóannes Eidesgaard vera tann einasti, ið hevur ein samdan flokk aftan fyri seg.

Tað verður spennandi at frætta um karmin hjá samgonuni, tá pakkin verður latin upp á tíðindafundi í morgin. Men eins vist er tað longu nú, at hettar uppskotið verður hoyggjað sundur í fíggjarnevndini, og so hava vit sama skilið aftur, sum vit plagdu at hava, tá tað nærkaðist 1. oktober, og eitt fíggjarlógaruppskot skuldi klaskast saman - og har teir ósamdu partarnir skuldu hava sítt fingramerki.

Í nógvum førum tykist tað, sum um fólk bara vilja halda upp á taburettirnar. Fólkaflokkurin, sum í roynd og veru hevur meldað seg úr samgonguni - ella er koyrdur úr samgonuni - tað veldst um eygað, sum sær - slær hetta málið upp í glens og vísir til, at talan »bara« er um eitt mál til samtyktar.

Um samgongan - ímóti øllum sólarmerkjum - klárar at at hóra undan, so verður tað bara fram til næsta leik. Tá Fólkaflokkurin hevur sett seg í andstøðu í samgonguni, so fær hann tað heilt víst afturlønt í onkrum av sínum hjartamálum.

Tað verður so mangan sagt, at eitt løgtingsval í ótíð hoyrir ongastaðni heima. Men tað er spurningurin, um tað ikki kortini hevði verið frægasta loysnin nú. So at siga allir flokkar hava verið í samgongu hetta góða hálva valskeiðið - og tí er spurningurin, um ikki eitt val í ótíð hevði reinsað luftina. Um ikki, so eru tey nógv, sum skulu taka í egnan barm, og tað er ikki júst tað, sum politikarar duga best...