Av tí, at grindadráp hevur verið partur av føroysku mentani í øldir, so er torført hjá summum at skilja, at ein føroyingur velur tað frá. Eisini tykist tað, sum nógv fólk fara í verjustøðu, um ein tosar ringt um grindina, sigur 29 ára gamla Sonja Henrinksen, sum als ikki etur grind og heldur ikki gevur soni sínum grind.
Í og við, at sjóneykan hevur verið vend móti Føroyum og grindadrápi, og innrás hevur verið av mótstøðufólki, so er áhugin fyri grindadrápi í Føroyum eisini vaksin. Sonja Henriksen greiðir frá, at tað er natúrligt at vilja verja mentan okkara, og tað sum er partur av søgu okkara, hóast tað møguliga ikki er tað rætta.
Sonja Henriksen heldur, at tað er undrunarsamt, at føroyingar ikki taka eitt alment tilmæli í størri álvara enn tað sama.
Hon greiðir frá, at grundgevingarnar, sum hon hevur hoyrt frá øðrum mammum, sum hava etið grind áðrenn, í meðan og aftana tær hava verið við barn eru ofta, at tær altíð hava etið grind, og onki er hent teimum enn, tað eru eisini góð føðsluevni í hvali, tað er so mangt annað, sum eisini er vandamikið og skaðar kroppin og at tað man ikki bila, tá ein ikki etur alt ov ofta. Hon heldur tó ikki, at slíkar grundgevingar eru nóg góðar.
- Granskingin vísir, at tungmálmur í kroppinum ávirkar heilan hjá barnunum, og at tey yvirskipað klára seg verri í royndum, hóast tú ikki sært tað nágreiniliga á einstaka barninum, sigur hon
- Tað er ikki tí, at mammurnar ikki vilja barni sínum tað besta, og tað er so nógv onnur ráð, sum mammur taka til sín, tá tær eru við barn, so eg skilji ikki, hví hendan ávaringin ikki verður tikin fyri fult, sigur hon.
Hon heldur eisini, at fólk ofta tosa niðrandi um almennu tilmælingarar og um landslæknan, sum kemur við ráðunum, og tykist tað, sum ætla fólk ikki at broyta hugsan um evnið.
Onkursvegna er tað ósamsvar í, tá almennir stovnar millum annað ikki fylgja slíkum tilmælingum, og grind verður borðreitt fyri eitt nú búfólki á sambýlum, heldur hon. Tá verður tilmæli heldur ikki tikið fyri fult av landinum, og almennu Føroyar senda ikki boðskapin hjá landslæknanum víðari. Hon heldur, at um landið stóð á odda, so hevði tað kanska gjørt ein mun soleiðis, at fólk tóku ráðini í størri álvara.
Vit varpa ljás á grind sum kost á temasíðunum í Sosialinum hetta vikuskifti, og har ber til at lesa alla samrøðuna við Sonju Henriksen, og lesa meir um evnið. Sosialurin er at fáa í sølubúðunum kring alt landið og talgiltur her
Les eisini:
At eta grind: Almennir stovnar eiga at ganga á odda
og