Tað er torført at siga um tað hevur havt nakra sjónliga ávirkan á fiskastovnin, at Føroyabanki hevur verið friðaður.
Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Kári P. Højgaard, tingmaður, hevur spurt hann um viðurskiftini á Føroyabanka
- Staðfestast kann tó, at niðurstøðan hjá Havstovuni og ICES er, at toskastovnurin er so illa fyri, at Bankin eigur at verða friðaðu
- Harafturat vísa veiðitølini hjá smáu útróðrarbátunum, sum hava roynt á Bankanum um summarið frá 2010 til 2013, at veiðan fyri hvønn fiskidag hevur verið minkandi.
Í 2010 var fráboðaða veiðan á Føroyabanka, 79,1 tons, í 2011 var veiðan 84,9 tons og í fjør var hon 7,6 tons.
Í ár er eingin fráboðað veiða.
Nógv tað mesta er toskur og upsi.
Jacob Vestergaard vísir á, at áhugin fyri at sleppa á Føroyabanka hevur verið minkandi.
Í hesum sambandi nevnir hann, at í 2010 fingu 18 bátar loyvi at fara á Føroyabanka, men í ár eru bara sjey fiskiloyvi latin.
Annars hava royndir hjá Magnusi Heinason víst, at støðan er vánalig á Føroyabanka, tí í 29 hálum í heyst, fingu teir bara 29 toskar – tilsamans.
- Royndirnar hjá Magnusi Heinasyni á Føroya Banka nýtast ikki at avspegla allan veruleikan, heldur Jacob Vestergaard.
- Høvuðsendamálið við kanningunum er at fáa til vega tilfar til stovnsmetingar, t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning.
Jacob Vestergaard nevnir samstundis, at í ár hava Havstovan og ein lítil útróðrarbátur
gjørt royndir við ymiskum húkastøddum eftir skøtu á Føroya Banka.
Báturin hevur verið fýra túrar í ár, ein í januar, ein í mai, ein í juni og ein í september.
Fyrsta túrin í januar fekk báturin væl av toski, ella 1200 kilo fyri hvørjar 1000 húkar.
Hinar tríggjar túrarnar fekk báturin í miðal 280 kilo av toski fyri hvørjar 1000 húkar.
Hetta er fyrstu ferð, at royndir við ymiskum húkastøddum eftir skøtu í kantinum á Føroya Banka verða gjørda og tí eru eingi úrslit frá øðrum líknandi royndum at samanbera við
- Úrslitini kunnu illa brúkast at samanbera við royndirnar hjá Magnusi Heinasyni, eitt nú, tí at endamálini eru so ymisk, sigur Jacob Vestergaard.
Annars sigur landsstýrismaðurin, at í́ løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at geva garnaskipi ella línubátum royndarloyvi at fiska á Føroyabanka við eygleiðara frá Havstovuni umborð.










