Símun Gullaksen dylur ikki fyri, at honum dámar væl at keypa jólagávur, og jólagávur verða keyptar til øll teirra nærmastu, serliga børn, systkin og til ommur og abbar. Honum dámar best at keypa gávurnar tollaksmessudag, tí hetta ger alt meira spennandi og ikki minni hugnaligt, heldur hann.
Hvar eru tit um jólini, og hvat verður etið?
- Vit eru altíð við hús, Niðan Horn í Klaksvík. Jólaaftan ótu vit dunnu við øllum tí, sum hoyrir til. Vit byrja tó matveitsluna tann 23. desember við køldum borði og øllum tilhoyrir. Í dag hava vit verið hjá mammu og etið feskt kjøt. Í morgin, 2. jóladag, verða vit hjá verforeldrunum til ræst kjøt og annars eisini hjá pápa til búgvið borð.
Símun Gullaksen visir á, at hóast hjallar og boksir eru full við góðum føroyskum bóndamati, so reika tey kortini runt og njóta góðan mat og samveru við tey nærmastu. Hann heldur, at jólahøgtíðin og tíðin fram til nýggjárs er ein sera hugnalig tíð, tá fólk eisini hava stundir at hittast.
- Vit bæði halda okkara brúdleypsdag hvørt ár tann 30. desember, og í ár verður tað 24'indu ferð, har vit bjóða familju, vinum og kenningum til ein góða nátturðabita, og eg gleði meg hvørt ár til júst henda dag, leggur hann aftrat.
Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?
- Eg vil siga, at árið hevur verið hendingarríkt í allar mátar. Hugsaði nevniliga um tað herfyri, at hóast eg eri sera positivur av lyndi, so haldi eg kortini, at 2018 er tað árið, eg haldi meg hava mist mest. Her hugsi eg um fólk, sum hava ríkað mín dagligdag - men sum so bráddliga ikki eru her meiri.
Símun Gullaksen vísir á, at í mars druknaði pápabeiggi hansara, Sjúrður og sama dag fór Stina, ein megnarkvinna, sum hann samstarvaði nógv við.
- So, mistu vit eisini ein annan, sum eg arbeiddi tætt saman við, nevniliga Absalon í Buð, ein hegnismaður í allar mátar. Men, slíkt setir líka sum ting í perspektiv. Eisini andaðist abbabeiggi mín, Ressi. Hann var nokk mettur av døgum, men missurin av øllum hesum fólkum í eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið, fær teg til at hugsa eitt sindur nærri um tilveruna.
Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?
- At verða vertur og ferðaleiðari fyri krúnprinsaparinum á vitjan teirra í Fugloy. Eg vil siga, at um eg ikki var royalur áðrenn, so eri eg tað nú. Ein fantastisk uppliving at hava ein komandi kong við fylgi á vitjan á Uppistovugarðinum.
Símun Gullaksen sigur, at tað eisini er ein stór hending fyri seg at hava kubbað sigarettirnar í árinum eftir at hava roykt stívliga 20 sigarettir um dagin í sløk 30 ár. Hann sigur, at dagurin, tá hann gjørdi av at kubba sigarettirnar, var hin 29. mai í ár.
- Væl motiveraður av Líggjasi (eg sigi beiggja løgmanni heldur enn skipara á Klakki), havi eg megnað at komið burturúr hesum haftinum. Kanska fitnaður eitt sindur, men tað fixa vit í 2019, leggur hann aftrat.
Hvat var keðiligasta upplivingin í 2018?
- Uttan iva tann 11. mars, tá pápabeiggi mín Sjúrður druknaði við lendingina á Kirkju. Eg hugsi um og sakni hann hvønn dag. Vit høvdu rættiliga nógv felagsáhugamál, sum vit gleddust um og ja, tað er so ikki meiri...
Hevur tú sett tær nøkur mál fyri 2019?
- Eg eri helst ein av teimum, sum altíð og allatíðina seti mær mál. Eg haldi, tað er sunt og gott. Eitt er sjálvandi, at eg má fáa nøkur kilo av, men vit taka tað, sum tað kemur, tí eg eri ikki tann, sum leypi eina góða máltíð um. Tá tú ert bóndi, hevur tú altíð nokk at gera, og 2019 skal verða mítt hegningarár. Eg ætli mær at hegna alt tað, sum skal og burdi verið hegnað. Vónandi fái eg góða hjálp, men tað plagi eg at fáa, so her eru vónirnar góðar.
Símun Gullaksen sigur, at hann eisini ætlar sær at leggja nógva orku í at menna virksemið hjá sær í Hattarvík og í Klaksvík. Haraftrat fer hann av øllum alvi at arbeiða fyri, at Fólkaflokkurin kemur so dundrandi inn á ting og sleppur at seta dagsskránna í Føroyum aftur.
- 2019 verður eisini árið, tá okkara silvurbrúdleyp verður á skránni, og tá havi eg altso lovað frúuni, at vit fara eina romantiska silvurbrúdleypsferð til onkra fjarskotnað strond á knøttinum, sigur Simun Gullaksen.