Nicosia, Cypros: Talan var um sannan elddóp hjá Atla Danielsen, tá hann eftir steðgin varð sendir á vøllin á GSP-leikvøllinum í Nicosia.
- Ja. Tað var avgjørt ikki lætt at koma inn. Eg geri eisini einar tríggjar feilavleveringar beinan vegin, og so reyk sjálvsálitið heilt niður ígjøgnum. Eina løtu haldi eg, at eg tordi slettist at søkja bóltin, men so fór kortini at ganga betri. Eg vann onkran nærdyst, og spakuliga fóru so nøkur ting at eydnast, og so er nakað nógv lættari at spæla.
Men hóast hann soleiðis kundi verið betri nøgdur um egna avrikið, so duldi Atli ikki fyri, at hann var fegin um stigið, sum føroyska liðið fekk burturúr.
- Tað vildi í øllum førum verið ræðuligt, um vit skuldu mist alt á stokkinum, og eftir trýstið, sum vit vóru undir í seinna hálvleiki, so haldi eg, at vit skulu vera nøgdir. Tað hevur eisini alstóan týdning fyri lagið í hópinum, nú vit skulu spæla aftur um fýra dagar, segði altso Atli Danielsen at enda.










