Ringt at fáa føroyingar at eta meiri fisk

Føroyingar eta minni fisk nú enn fyri nøkrum árum síðani

Áhaldandi prædikan um hvussu sunt tað er at eta fisk, hevur ilt við at rína við føroyingar.

Føroyingar eta nevniliga minni fisk nú, enn teir gjørdu fyri nøkrum árum síðani.

Tað vísir ein nýggj kanning, Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið.

 

Kanningin vísir, at verður samanborið  við støðuna fyri 11 árum síðani, er hon versna, tí ein kanning frá 2003 vísir, at tá ótu føroyingar oftari fisk, enn teir gera nú.

Nýggja kanningin vísir, at 15 prosent av føroyingum eta fisk minst fýra ferðir um vikuna.

 

Men ein kanning frá 2003 vísir, at tá ótu 21 prosent av føroyingum fisk minst fýra ferðir um vikuna.

Í 2003 vóru tað 72 prosent av føroyingum, sum ótu fisk 1-3 ferðir um vikuna, men í ár er tað talið hækkað upp í 77 prosent.

 

Annars eru tað seks prosent av fólki, sum bara eta fisk 1-3 ferðir um mánaðin og tað er sama talið sum fyri 11 árum síðani.