Havnarfólk hava havt sera ilt við at fóta sær seinastu dagarnar.
Annan jóladag gjørdist sera hált, tí svartakálk legðist um allan býin.
Tað er Tórshavnar býráð, sum hevur ábyrgdina av, at saltað verður, og hugsa teir fyrst og fremst um at salta har, sum bussarnir koyra.
Men hetta hjálpir ikki so nógv fyri fólkið, sum er til gongu - og fyri tey, sum skulu koyra á vegunum, har Bussleiðin ikki koyrir.
Tískil var sera ringt at ganga í Havnargøtum annan jóladag og mánadagin við. Ikki fyrr enn týsdagin varð farið at salta aðrastaðni.
Sosialurin royndi at fáa eina viðmerking frá ábyrgdarhavandi í umsitingini hjá Tórshavnar býráð, men tað bar ikki til, tí tey eru farin í jólafrí - og eru tískil ikki at hitta fyrr enn næsta ár. Bert arbeiðsmenninir eru til arbeiðis.
Men vakthavandi á Brandstøðini segði við Sosialin, at bilurin, sum skuldi salta gøturnar, var punkteraður - og til bar ikki at fáa hjólið lappað fyrr enn týsdagin. Tískil bar ikki til at salta gøturnar.
Fyri útvarpiðnum játtaði Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, at saltingin ikki hevur verið nóg góð.
Sambært politiviðtøkuni fyri Tórshavn hava borgarar skyldu at rudda kava og ís fram við ogn síni, so um øll gjørdu, sum fyriskrivað er, so var trupulleikin kanska ikki so stórur.