Jógvan á Lakjuni umsitur Norðurlandamál í landsstýrinum. Hann fegnast um úrslitið av fundinum í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sum varð hildin í Føroyum herfyri. Sum landsstýrismaður í norðurlandamálum luttekur hann vegna Føroyar á ráðharrafundum saman við hinum ráðharrunum í Norðurlondum. Tað er har avgerðin um fullan føroyska limaskap skal takast. Á fundinum í formansskapinum í ráðnum í Havn kom fram, at ongar løgfrøðiligra forðingar eru fyri, at Føroyar gerast fullgildugur limur í Norðurlandaráðnum. Hetta fegnast Jógvan á Lakjuni um. Hann sigur, at tað hevur verið arbeitt við hesum málinum í eina tíð, og á tí seinasta ráðharrafundinum í Ålesund var serfrøðingafrágreiðingin um løgfrøðina í sambandi við limaskap hjá teimum sjálvstýrandi økjunum frammi men avgjørt var at útseta viðgerðina av henni til fundin í september.
Nú hevur so formansskapurin í Ráðnum viðgjørt hesa frágreiðing og hevur harvið rudda slóð fyri eini loysn á málinum. Jógvan á Lakjuni sigur, at hetta er ein sera spennandi og góð frágreiðing, og tað segði hann eisini á fundinum í Ålesund. -Eg førdi fram, at føroyingar halda fast við, at vit vilja hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Hetta hava allir flokkar á tingi einmælt samtykt, og við hesi seinastu serfrøðingafrágreiðingini eru vit komin eitt týðandi stig víðari fram móti endaliga málinum.
Góðan formann
Jógvan á Lakjuni er tí eisini sera fegin um úrslitið av fundinum, sum varð hildin í Havn og hann sigur seg vera sera væl nøgdan við viðgerðina hjá formanninum Ole Stavad, sum hann heldur er opin fyri øllum møguleikum. Og landsstýrismaðurin sigur víðari, at hann kann bara taka undir við Ole Stavad, Inge Lønning og Gabriel Romanus, sum herfyri úttalaðu seg í Sosialinum um, at hetta er ikki longur ein spurningur um løgfrøði men um politiskan vilja. Tí er hetta nú ein spurningur um at finna praktiskar loysnir.
Jógvan á Lakjuni heldur tað eisini vera vert at hava í huga ymisku støðurnar hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi. -Tað er ikki vist, at øll hesi økini eru komin líka langt og hava somu meining. Tí er avtalað at halda fund við grønlendingar og álendingar í august, soleiðis at vit fáa eina felags støðu, áðrenn fundur verður í Ráðharraráðnum í september.
Jógvan á Lakjuni sigur, at tað eru føroyingar, sum hava biðið um fullan limaskap, og tí er vigtugt, at vit kunnu fáa stuðul fyri okkara søk frá hinum sjálvstýrandi økjunum. At vit kunnu finna eina pragmatiska loysn, sum sigur, at ein loysn nýtist ikki at vera tann sama fyri Føroyar, Grønland og Áland.
Týðandi fundur
Fundurin í Ráðharraráðnum verður 7. september. Her kunnu ráðharrarnir úr øllum Norðurlondum møta, alt eftir hvørji mál eru til viðgerðar, men bara tey sjálvsstýrandi londini hava atkvøðurætt. Tað er hesin atkvøðurætturin, sum nú skal takast upp til nýggja viðgerð, um so er at eitt nú Føroyar skal fáa fullan limaskap.
Tað verður ringt hjá hinum limalondunum at argumentera ímóti limaskapi, nú einki løgfrøðiligt forðar, og um Føroyar, Grønland og Danmark eru samd um eitt nú føroyskan limaskap sigur Jógvan á Lakjuni, sum eisini hevur varhuga av, at danir ganga inn fyri føroyskum limaskapi.
Landsstýrið hevur heitt á Halgir W Poulsen, um at gera eina meting av sseinastu frágreiðingini. Henda meting skal so vera klár til fundin millum umboð fyri Føroyar, Grønland og Áland í august.
Jógvan á Lakjuni sigur at enda, at tað er sera umráðandi frá føroyskari síðu at gera greitt, at vit eru ómetaliga fegin um samastarvi í Norðurlandaráðnum og sipar hann eisini til ta stóru játtan, ið Norðurlandaráðið letur til eitt nú virksemi hjá Norðurlandahúsinum.
-Vit hava luttikið í norðurlandaráðsarbeiðinum í nógv ár og vit eru sera fegin fyri hetta samstarv og fyri teir pengar, sum vit m.a. fáa til Norðurlandahúsið. Vit vilja eisini fegin lata fleiri pengar til hetta samstarvið, tá vit verða mett sum egin tjóð við egnum máli og mentan á egnum kjøli.