Landsliðsleikarin, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted høvdu í dag torføran dyst á útivølli móti oddaliðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, EH Aalborg sum longu hevur vunnið deildina og tí flytur upp í bestu deildina komandi kappingarár.
EH Aalborg vann dystin greitt 35-27. Ringsted var tó á odda 16-15 í steðginum, men tær vóru við undirlutan í seinna hálvleiki.
Lív skoraði fýra mál, og var triðbesti málskjúttin hjá Ringsted.
Undan dystinum í dag var Ringsted ósigrað í teimum seinastu níggju dystunum, men tann røðin steðgaði í dag.
Tapið sendi Ringsted niður á fjórða plássið í deildini, har tær hava 25 stig. Beint frammanfyri Ringsted er Holstebro við 26 stigum. Liðini sum enda nummar tvey og trý aftaná lokið grundspæl sleppa at spæla Play Off dystir um uppflyting.
Ringsted hevur tveir dystir eftir. Í báðum førum er talan um lykladystir. Komandi leygardag hevur Ringsted útidyst móti Roskilde, ið er næstfremst í deildini við 28 stigum, og um 14 dagar tekur Ringsted móti Holstebro á heimavølli.