Ringrás leggur eftir Poul Michelsen

- Veit nakar í føroyskum politikki, hvussu stóran týdning ísurin í Arktis hevur fyri tað liviliga veðurlagið, sum vit og okkara fiskiskapur eru óloysiliga tengd at? spyr umhvørvisfelagsskapurin Ringrás

 

Ongantíð áður hevur gongdin við heimsins djórum og plantum verið so neilig sum nú, tí umleið ein millión djóra- og plantusløg eru hótt av at doyggja út. Nógv teirra eru í vanda fyri at vera burtur longu innan fá áratíggju. 

Tað staðfestir ST-organisatiónin Ipbeb, sum er til fyri at skjalfesta gonginda við alheims lívmargfeldinum, í nýggjari frágreiðing á 1.800 síður. 

Frágreiðingin ger greitt, at 75 prosent av øllum vistskipanum á landi eru niðurbrotin av menniskjaligum aktiviteti. Høvuðsorsøkirnar eru landbúnaður, lendisnýtsla og veðurlagsbroytingar.

Ein niðurstøða í frágreiðingini er, at neiliga gongdin kann vendast, um heimurin ger ítøkilig stig til frama fyri hesum beinanvegin.

- Nær er ovmikið?

Alarmklokkurnar ringja, og tað hava tær gjørt leingi, og føroyski umhvørvisfelagsskapurin Ringrás rópar í hesum sambandi varskó:

- Vit hoyra frá føroyskum landsstýrisfólkum so sum Poul Michelsen, hvussu stórur møguleiki tað er fyri Føroyar, nú havísurin norðanfyri okkum er um at fara í søguna. Fólk eru, av góðari grund, á gosi, tí amerikanski uttanríkismálaráðharrin herfyri kom við sama stuttskygda, kyniska og fávituga boðskapi í Arktiska ráðnum, har hann tosaði um nýggjar olju- og siglingarleiðir. Poul Michelsen var helst rørandi samdur.

Ringrás sigur víðari og setir nakrar spurningar: 

- Mynstrið er tað sama sum vant, vit váða heimin fyri møguligan løtuvinning til tey á ovastu rók. Veit nakar í føroyskum politikki, hvussu stóran týdning ísurin í Arktis hevur fyri tað liviliga veðurlagið, sum vit og okkara fiskiskapur eru óloysiliga tengd at? Nær er ovmikið? Tá vit hava týnt lívsgrundarlagið undan okkum sjálvum?