Mánadagin var Sir Paul McCartney í studio saman við Ringo Starr. Teir eru báðir beatlarnir, sum eru eftir á lívi.
Ringo Starr hevur lagt eina mynd av sær og Paul McCartney á Twitter, har hann takkar McCartney fyri at hava spælt bass inn.
Áðrari mynd er eisini Eagles-gittarspælarin Joe Walsh saman við teimum báðum beatlunum.
Ringo Starr í holt við at spæla tónleik inn til nýggja útgávu, og tað er til hendan tónleik, at hann hevur fingið aðrar kendar tónleikarar at luttaka.
Umframt McCartney og Walsh eru eisini Richard Marx og Dave Stewart við í framleiðsluni.