Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Danmark í kvøld, og bæði vóru fyri tapi.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu stórt 32-44 fyri Ikast á heimavølli. Í steðginum var Ikast á odda 22-16.
Rakul bjargaði fimm av 29 málroyndum, meðan kappingarneytin, Ida Vium bjargaði bert einari av 16 málroyndum, sambært hagtølunum.
Ringkøbing er nummar níggju í deildini við 11 stigum fyri 13 dystir.
Komandi mikukvøld klokkan 19 tekur Ringkøbing móti Silkeborg-Voel á heimavølli.
Landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu á útivølli 28-30 fyri Nykøbing Falster.
Í steðginum var Keypmannahavn á odda 15-14, og tá níggju minuttir vóru eftir var Keypmannahavn á odda 25-23. Fýra minuttir seinni var Nykøbing Falster á odda 27-26, og heimaliðið helt leiðsluni tað sum var eftir av dystinum.
Pernille skoraði trý mál upp á tríggjar royndir, og hon vann eisini liðnum eitt brotskast.
Keypmannahavn er nummar sjey í deildini við 12 stigum fyri 13 dystir.
Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Keypmannahavn heimadyst móti Skanderborg.