Ringja til mammu Jógvan í X-Factor

- Tað man vera óhoyrt, at ein pinakalíltil blettur sum Fuglafjørður kann hava so nógv at bjóða innan tónleikalist, heldur Anja Arnadóttir Jacobsen.

- Eg havi fingið nógvar uppringingar í kvøld frá grannum og øðrum góðum fólki. Hesi hava sagt, at tey eru ikki von við at kenna nakran frá sjónvarpinum - og so slett ikki frá X-Factor.

 

Tað sigur mamma fuglfirðingin, Jógvan Jacobsen, sum í kvøld kom víðari í X-Factor í Danmark. Mamman er Anja Arnadóttir Jacobsen, og hon býr eisini í DK.

 

Tað eru - sum skilst - serliga donsku vinfólkini, ið hava latið við seg koma, síðan tey hava sæð Jógvan Jacobsen á skíggjanum.

 

- Men, eg kann ikki siga, at hetta í mínari - ella okkara - verð er ein so sjaldsom sjón at síggja og hoyra føroying syngja í X-Factor. Hetta er jú aðru ferð, at ein fuglfirðingur kemur víðari í kappingini.

 

Anja Arnadóttir Jacobsen heldur, at tað man vera óhoyrt, at ein pinakalíltil blettur - og ein klekingardepil fyri mentan í lítla landinum Føroyar - kann hava so nógv gott innan tónleikalist at bjóða.

 

- Fuglafjørður er ein bygd, ið hevur givið rúmd fyri spæli og hugflogi. Hesar gøtur hava givið íblástur til so ógvuliga nógv gott og ríkt.

 

Hon vísir á, at enn einaferð eigur Fuglafjørður ein luttakara í tónleikakapping, hóast hon metir, at kappingin ikki í sær sjálvum er alfa og omega, men heldur trongdin til at skapa nakað týdningarmikið innan list.

 

- Tað er skapandi mátturin sum er drívmegin, og tað er hetta, sum eg virðismeti, tá eg hugsi um heimbygdina, Fuglafjørð, sigur Anja Arnadóttir Jacobsen og mamma Jógvan Jacobsen.