Ringdu 112 úr Klaksvík

Løgreglufólk úr Klaksvík vóru boðsend, og koyrdu ein mann til hús, tí hesin kláraði ikki seg sjálvan. Og hetta er nakað, sum hendir rættiliga ofta í Føroyum.

Stórt gildið hevur verið í Klaksvík í nátt, og mong vóru tey, sum leitaðu sær í býin hetta kvøldið har norðuri. Tó hevur løgreglan ikki havt nakrar stórar uppgávur í Klaksvík í nátt. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein kvinna ringdi 112 í nátt, tí ein maður lá fullur í Klaksvík, og kláraði ikki seg sjálvan. 

 

Løgreglufólk úr Klaksvík vóru boðsend, og koyrdu mannin til hús. Og hetta er nakað, sum hendir rættiliga ofta í Føroyum. 

 

-Tað er rættiliga vanligt, at fólk ringja eftir okkum, um onkur er ov ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum, og ikki klárar seg sjálvan, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

 

Veðrið var ikki av tí besta í nátt, og tað hevur eisini havt ávirkan á arbeiðsuppgávurnar hjá løgregluni. 

 

Eini 7-8 var løgreglan uppringd í nátt av fólki, sum høvdu tørv á hjálp, men einki álvarsamt var tó at frætta.