Fyrstu ferð, Dánjal Petur Hansen (Piddi) alment varð eftirlýstur, var týsdagin hin 8. november 2011.
Longu beint eftir midnátt, og áðrenn nøkur almenn eftirlýsing er farin fram hendan dagin, byrjar fyrrverandi kona Pidda at ringja á fartelefonina hjá honum. Fyrstu ferð, hon ringir, er klokkan 00.13.59.
Tá morgunin kemur, byrjar hon aftur at ringja, og sum dagurin gongur, og kvøldið kemur, ringir hon tilsamans sjey ferðir til fyrrverandi mannin við síni fartelefon.
Klokkan 20.26.16 ringir hon eisini einaferð við fartelefonini hjá ákærda.
Hetta førdi ákærin, Linda Hesselberg, fram sum part av sínum dokumentatiónum í nevningatinginum seinnapartin í dag.
Sambært teimum upplýsingum, sum fyriliggja í málinum, heldur ákæruvaldið upp á, at Piddi er dripin fríggjanáttina hin 4. november 2011.










