NÁTTÚRVANLUKKA
Orð og myndir
Eirikur Lindenskov
Djór í hópatali flýggja eystureftir ? fyri tað mesta seyður og geitir, men eisini neyt, kamelar og yak-oksar. Tey royna at piða sær eitt sindur av føði burtur úr tættbarberaða, brúna steppugrasinum. Stoltleiki mongolanna ? hestarnir ? eru rýmdir í hundratúsundatali. Teir hava fatað neyðina og eru rýmdir undan hungrinum, meðan bóndur í hópatali í nógvum smáum leitbólkum royna at finna djórini aftur.
Vit eru í Mongolia á vári 2000. Landið hevur verið plágað av ringum vetri og turrum summari ? tað ringasta í meira enn 60 ár. Hetta fyribrigdi í Mongolia nevnist »dzud«. Hetta er tá náttúran vísir sína vreiði ? bæði við turki á sumri og við nógvum kulda á vetri.
Saman við ørðum norðurlendskum tíðindafólkum er undirritaði á ferð í hesum fjarskotna landi. Leiðin gekk úr Keypmannahavn um Beijing í Kina til Ulaambataar í Mongolia. Fyriskipari á hesi ferð var ST-menningardeildin UNDP, og vóru tað fólk frá teimum í Mongolia, sum ferðaðust við okkum.
Vit gistu fyrstu náttina á hotellinum handan Leninstandmyndina í miðbýnum í Ulaambataar, sum eisini bar sama navn sum býurin. Eins og í øllum hinum londunum eystanfyri eru flestu standmyndirnar burturbeindar, men býarmyndugleikarnir í Ulaambataar vildu kortini varðveita hesa standmyndina sum eitt søguligt minni, segði fryntliga guide okkara, Tunga.
Hvør av øðrum liva má?
Náttúruvanlukkan sum hevði rakt landið, var als ikki endamálið við ferð okkara, hóast heimspressan hevði sýnt onkrar av óhugnaligu myndunum. UNDP vil á henda hátt greiða fólki í norðurlondum frá støðuni í landinum, segði leiðarin á UNDP-deildini í Ulaambaatar, amerikumaðurin Douglas Gardner.
Vit fóru longu dagin eftir á ferð inn í landið. Vit høvdu fingið at vita, at vit skuldu koyra eina 800 kilometrar. Tað ljóðar kanska ikki av tí nógva, men teir fáu vegirnir í Mongolia kunnu als ikki sammetast við tað, vit eru von við. Minnir kanska nógv um føroysku vegirnar í 20?unum: Einki asfalt, bert grús, og ofta eru vegirnir avkvettir av áarlopi ella øðrum, og tá verður bara koyrt eftir nakna oyðimarkarlendinum.
Sum vit koyra í ein landssynning úr Ulaambaatar móti Uvurkhangai landslutinum ? ein av landslutunum, ið harðast eru raktir av náttúruvanlukkuni ? fáa vit enn fleiri prógv um náttúrunnar megi, sum vit ikki hava so stóra ávirkan á.
Í túsundatali liggja deyðu dýrini fram við vegnum, vit koyra. Orðatakið »hvør av øðrum liva má?« rennur mær til hugs. Vit síggja nýliga deyð dýr í heilum líki. Vit síggja eisini dýr, har ánarin hevur flett skinnið av dýrinum fyri at vinna nøkur oyru burtur úr skinninum. Sjónin er ikki tespilig, tá skinnini eru flett uttan av djórunum, og nú er lagað manni hjá róvfugli, úlvi og revi at gera sær dælt. At enda liggja berar beinagrindir og sløðast.
Drúgv og trupul náttúruvanlukka
Fram við vegnum sita stoppmettar ørnir, sum næstan ikki orka á flog, sum tær hava etið av deyðu dýrunum ? hóast vit fara úr bilinum fyri at strekkja beinini. Sum vit standa fáa vit eyga á næsta fasuna í vanlukkuni: Vegna nógva turkin í fjør, tá grasið vaks rættuliga illa, fingu rotturnar fótin fyri seg ? tí tær eta grasrøturnar. Hetta árið er tí eitt rættuliga rottuár.
? 300.000 húsdjór líða neyð um vikuna. Helmingurin av landsins einari millión nomadum eru raktir av vanlukkuni, og tað er sera trupult hjá okkum at fáa hjálp, sigur Osorhun Batmunkh, sum er guvernørur í Uvurkhangai landslutinum. Hann væntar, at í minsta lagi fimm milliónir dýr fara at doyggja av svongd og kulda, áðrenn grasið grønkar í mai.
? Vit uppliva ikki tornadoir ella líknandi. Hendan vanlukkan er nógv truplari enn so, og hon mennist so spakuliga, at tað er so trupult at fáa vinna ljóð fyri henni í heimspressuni. Men okkum tørvar hjálp frá heimssamfelagnum, viðgongur Osorhun Batmunkh.
Hendan dzud-vanlukkan er tann fyrsta í 10 ár. Vanlukkan byrjaði í fjør, tá turkur var í vestaru landslutunum ? og summarið var tað turrasta í 60 ár. Avleiðingin var, at húsdjórini ikki fingu tað neyðuga feittlagið fyri at klára seg gjøgnum veturin.
Síðani kom kaldasti vetur í 30 ár, við einum miðaltemperaturi tíggju stig undir tí vanliga, og kavin hevur eisini verið nógv meiri enn vanligt. Í februar doyðu fyrstu djórini ? og nomadarnir fór at reka djórini eystureftir.
Sera ringir vegir
Um hetta mundið, tá vitjað varð í Mongolia í apríl, elvdi kavabræðingin til, at einki samband var við partar av landinum. Við einum náttartemperaturi upp á minus 10 stig ganga fleiri vikur, áðrenn náttúran vaknar úr vetrardvala, hóast sólin hitar væl um dagin. Várið er truplasta árstíðin ? við ógvusligum sandstormum sum gera tað trupult at vera uttandura.
Vegurin frá høvuðsstaðnum Ulaambaatar og vestureftir er ein av frægastu høvuðsvegum í landinum. Men hann er sera vánaligur. Teir fyrstu kilometrarnir eru asfalteraðir, men tað ger ikki tann stóra munin, tí vegirnir eru so óslættir kortini, at tað tykist hugaligari hjá okkum ferðandi, tá koyrt verður eftir møkini, har vegirnir eru skolaðir burtur. Tað tykist eyðsæð, at lítið er bøtt um vegirnar síðani kommunistiska skipanin fall í 1990.
Men landslagið er stórsligið, villar víðar víddir so langt eygað røkkur.
Eftir at hava koyrt í ein heilan dag koma vit fram til býin Arvaykheer, sum er høvuðsstaður í landslutinum Uvurkhangai. Tá helt eg ikki, at nógv kundi verið eftir av stoytdoyvarunum í bilinum, vit koyrdu við, ein fýrahjólstrektur Mitsubishi Shougon-líknandi bilur við onkrum asiatiskum navni.
Privatisering og konkurs
Býurin var ikki júst nøkur fragd fyri eyga. Nógvur vindur var og kalt ? minus 10 stig, og tá sandstormarnir herjaðu var best at vera innandura, tí ringt var at halda eygu opin.
Men sjónin lýsir helst væl støðuna í Mongolia: Stórar verksmiðjuhøllir stóðu sum spøkilsishús eftir kommunismunnar fall, privatiseringarnar og konkursirnar ? soleiðis sum støðan er í nógvum av londunum eystanfyri, sum øll vóru partur í kommunistiska planbúskapinum.
Við privatiseringini vóru djórini býtt sundur millum nomadufólkið, og síðani hava nógv fólk roynt at vent aftur til nomadutilveruna. Tey hava fingið nøkur djór sum byrjunarkapital, og úrslitið er, at talið av nomadum er trífaldað seinastu 10 árini.
Fram til í ár hevur vælferðin hjá nomadunum bert gingið framá, stórar motorsúkklur eru vanlig sjón á steppunum. Men dzud?in hevur givið fólkinum ein lærupening: Tað hevði verið skilabetri at gjørt eina tryggingarskipan samstundis sum privatiserað varð.
Staturin hjálpti
Undir gomlu skipanini var tað bert staturin, sum hevði trupulleikar av dzud?inum. Tað merkti bara, at djórini skuldu umfordeilast. Men fall kommunismunnar merkti eisini, at djóralæknatænastan fall burtur, og at statsliga hoyggjframleiðslan við goymslum í øllum landspørtunum at standa ímóti við, tá turkur var, eisini helt uppat.
Meðan vit eru í Arvaykheer sleppa vit at koyra við einum heryvirmanni út á steppurnar. Í einum einsamallum telti hitta vit 60 ára gomlu Maruush, sum hevur flutt seks ferðir við fimm vaksnum børnum við familjum hendan veturin. Hon er rørd og tárar av vitjanini og sigur okkum, at hon ikki hevur sæð fólk í ein mánað.
Familjan hevur minst helmingin av djórunum, seyður, geitir og neyt. 24 av teimum 30 heystunum eru rýmdir. Næstan øll lombini eru deyð av mjólkamangli. Tey lombini, ið eftir eru, eru inni í teltinum og fáa mjólk úr pattufløskum. Maruush torir ikki hugsa um, hvussu nógv av djórum hennara fara at doyggja. Er hjálp á veg? fregnast hon.
Heryvirmaðurin skrivar dúvliga niður, men má skuffa hana: Tað er so lítið, ið fæst, at tað langt frá nøktar allan tørvin. Og staturin hevur ikki ráð. Maruush nikkar við virðing.
Nomadufamiljur í tíggjutúsundatali hava seinastu árini stríðst fyri at arbeiða seg úr fátæktini, ið sambært almennu tølini er 50 dýr. Neyðin og vónloysi hevur ført við sær, at fólk aftur flýggja til býirnar.
Komin aftur til Ulaam Baatar fara vit tríggir norðurlendingar ein túr í býin. Uttan fyri tjóðartingsbygningin renna vit okkum av tilvild inn í lastbilafylgi. Vit fregnast og finna út av, at tað er japanski sendiharrin, sum letur landbúnaðarmálaráðharranum nøkur less av hoyggi. Lokalu miðlarnir flokkast rundanum, tá teir russisku meira enn hálvvánaligu lastbilarnir, sum best kunnu sammetast við teir, sum koyrdu í Havnini í sekstiárunum, standa í røð framman fyri tjóðartingsbygninginum. Men sambært ST-umboðsmanninum, sum vit hitta sama seinnapart, so er bara hoyggj til einaferð upp í munnin á øllum landsins kríatúrum










