Lesararnir av einum amerikanskum mannfólkablaði kjósa Michael Jackson sum ringasti pápin í heiminum. Hendan yvasama heiðurin fekk Michael Jackson, tá ið blaðið bað lesararnar atsvøða fyri ringasta pápanum í heiminum í samband við pápadagin.
- Vit vita næstan ikki, hvat er ringast í samband við Jackson? Er tað at lata eitt lítið barn hanga út av einum hotelsvala í Berlin ella bara løgni verumátin hjá honum sum heild? Kann tað eisini vera tað, at kvinnur framvegis vilja eiga børn við einum manni, sum tvær ferð er dømdur fyri kynsligan misnýtslu av børnum.
Á 2. plássi liggur amerikanarin Scott Peterson, sum drap konuna hjá sær ? og harvið eisini ófødda barn teirra, meðan pápin hjá soulsangaranum Marvin Gay, sum eisini eitur Marvin Gay, er á 3. plássinum ? hesin skeyt sín egna son.










