Krystof var als ikki nøgdur við dystin leygardagin. ? Vit gera alt ov nógv mistøk, sum verða revsaði av VB. Minst trý av teimum fýra málunum, sum VB fær, fáa teir, tí at vit gera persónlig mistøk, sigur Krystof.
Nýggj verja
Leikandi venjarin sigur, at nýggja verjan hjá gøtumonnum ikki fekk eitt bein til jørðina, tí at vágbingar vóru klárir frá fyrsta bríksli. ? Tað var nógvur vindur leygardagin, men tað var líka fyri báðar partar, so tað kann ikki nýtast sum umbering, sigur Krystof.
Pólverjin vísir á, at fleiri av monnunum í verjuni vóru blaðungir, og millum annað leikti Sam Jacobsen sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá GÍ.
Krystof Popczynski verður verandi í Gøtu komandi kappingarár, og hann sigur, at í vetur ætlar hann sær at verða verðandi í Føroyum, og ikki fara til Pólands, sum annars hevur verið vanligt, meðan hann hevur verið í Føroyum. ? Eg ætli mær, at vit skulu fara undir at venja aftur longu um einar tríggjar vikur, so at vit verða betur fyri komandi kappingarár, sigur leikandi venjarin hjá GÍ.
Pólverjin heldur, at tað er neyðugt hjá GÍ at fáa ein nýggjan málverja til komandi kappingarár, tí at Hallur Jacobsen fer til Danmarkar. Hann sigur somuleiðis, at tað er alneyðugt, at GÍ ikki missir nakað fólk í vetur, tí hópurin er sera lítil sum er, sigur Popczynski. ? Um vit skulu standa okkum betur komandi ár, er eisini neyðugt, at vit fáa einar tveir ella tríggjar heilt sterkar nýggjar leikarar, tí annars hava vit ikki nóg breiðan hóp, heldur Krystof Popczynski.