Veðurstovurnar tykjast samdar um, at mesti vindurin verður í kvøld og í nátt og ikki fyrr enn móti miðdegi í morgin fer vindurin undir 20 m/s aftur.
Illveðrið, sum hevur lagt seg millum Føroyar og Ísland verður liggjandi tað mesta av einum døgni afturat.
Sambært veðurstovunum, so fer vindurin í allan dag at vera omanfyri 20 m/s. Í løtuni er hann um 21, men út á kvøldið og náttina hækkar miðalvindferðin upp í 24 m/s.
Norska veðurstovan YR sigur, at hann fer at veksa vindin frá klokkan níggju í kvøld, tá hann fer úr 21 m/s og upp í 24 m/s beint eftir midnátt, men út á náttina og í morgin árini minkar hann vindin niður í 21 m/s aftur og so niður í 19 m/s klokkan 11 í morginárini. Hann boðar kortini frá nakað av vindin eisini í allan morgin, millum 14 og 18 m/s.
Ættin verður í høvuðsheitum útsynningur, men í kvøld byrjar hann at hækka ættina, í kvøld í útsynning vestan, í nátt vestan og í morgin árini eitt skifti útnyrðingur vestan, áðrenn hann aftur lækkar í ein vestan.
Tað verður ikki tað heilt nógva avfalli, tí eitt sindur meiri út á kvøldið. Hitin verður um trý stig, so tað verður møguliga vátaslettingur.