TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á FM1, har hann prátaði við Hall Hansson, ið saman við liðfeløgunum á føroyska landsliðnum tapti 0-2 ímóti Kosovo í Pristina í øðrum dystinum í Nations League Deild 4 bólki 3.
Hallur Hansson heldur talan verða um ringastu uppliving hann higartil hevur havt saman við landsliðnum.
Hallur Hansson heldur fyri, at Føroyar hava eitt landslið við góðum fótbóltsspælarum, og tí skuffar tað hann, at bæði hann sjálvur og aðrir við dugdu so illa at handfara bóltin í dystinum ímóti Kosovo í kvøld.
Men Hallur Hansson leggur eina við, at tað verður betur til komandi heimadyst ímóti Aserbadjan: - Tá verður eldur í eygum okkara, lovar Hallur Hansson.