Í gjár skrivaði Sosialurin, at landsbankastjórin metir, at Føroyar kunnu fáa ein tørv á at lána einar tíggju milliardir komandi fimm árini. Tó er tað so, at landið bert kann verða noytt at finna tvær milliardir, tí bankarnir skulu skaffa sær umleið sjey milliardir til endurfígging. Nakað, ið er trupult, um búskapurin í Føroyum ikki er sterkur, og hetta kann eisini hava óhepnar avleiðingar.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, metir tó, at hendan kreppan ikki verður so djúp.
- Eg trúgvi, at vit kunnu ríða hendan stormin av okkum. Tað er rætt, at landskassin er kroystur í núverandi støðu, men tað kann broytast so skjótt. Kemur fiskurin aftur, so fara fólk aftur at tora betur, so fyritreytirnar kunnu broytast frá degi til dags. Vit hava eisini 1,8 milliard krónur í landsbankanum, sum vit kunnu nýta um neyðugt, metir Jóannes Eidesgaard.
Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, tekur undir við, at peningurin er har fyri at vera nýttur, men hann metir eisini, at mann hevur ein trupulleika, um støðan er verri seinni.
- Mann skal syrgja fyri at hava gott gjaldføri, og tí skal tað fyllast í aftur beinanvegin peningur er nýttur av hasari kontoni, greiðir landsbankastjórin frá. Hann leggur afturat, at mann helst ikki sleppur undan at læna pening komandi árini.
Hava sæð verri
Jóannes Eidesgaard metir eisini, at vit hava verið í eini verri støðu í 1994, og tá gekk tað væl at koma fyri seg aftur.
- Mann sær ongi tekin um, at vit ikki skulu megna at loysa henda trupulleika, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann metir eisini, at árið í ár er serligt ár, tí hallið verður 500 milliónir krónur, og hann er eisini sannførdur um, at tað ikki er nú, at mann skal skera niður á null, tí tíðin er ikki til tað.
Stýrt ov illa
Í blaðnum í gjár greiddi Sigurð Poulsen frá, at vit hava eitt strukturelt hall, og at vit hava stýrt ov illa. Hesum tekur Jóannes Eidesgaard undir við.
- Tú kanst siga, at vit ikki hava stýrt nóg væl seinastu tíðina, tá tað kemur til hetta, men tað var rætt at gera skattalættar í 2004 og 2005, men tað er ivasamt, um vit gjørdu rætt í 2007 og 2008, greiðir fyrrverandi løgmaður og núverandi fíggjarmálaráðharrin frá.
Sambært Jóannesi Eidesgaard, er tað ein gamal trupulleiki, at Føroyar hava eitt strukurelt hall, men at hetta er nakað mann skal arbeiða við.
- Tað vísir seg, at onki hendur í góðum tíðum. Tá vísir seg, at mann aldrin ger neyðugar broytingar í góðum tíðum, men tá tíðirnar eru ringar vísir tað seg, at politikarar eru meira fúsir at gera tað sum krevst, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann leggur afturat, at kommunalreformurin, pensjónsreformurin og ein nýggj skipan við fiskivinnuni skulu gerast. Hetta er tað sama sum Sigurð Poulsen nevndi sum størstu trupulleikarnar hjá føroyska samfelagnum.
Bankarnir
At bankarnir í komandi tíðum skulu endurfíggja nógv lán hjá sær kann, sambært Sigurði Poulsen, gerast ein trupulleiki, tí um búskapurin ikki er nóg sterkur, verður torførari. Eitt náttúrligt úrslit av hesum, er, at tað rakar tey, ið hava nakað við bankan at gera.
Fíggjarmálaráðharrin greiðir frá, at hann er bangin fyri, at bankarnir ikki kunnu veita lán og fígging til virksemi í landinum.
- Tað, sum er vandamikið, er, at summir bankar ikki hava gjaldføri, og teir, sum hava, eru bangnir fyri at koyra tað út í samfelagið, tí teir fáa so trupult við at finna endurfígging, greiðir Jóannes Eidesgaard frá. Hann metir eisini at næsti bankapakkin fer at loysa upp fyri peningarenslinum, og hann ivast ikki, at føroysku bankarnir verða ein partur av hesum.