Ringasta ódnin síðani 1918

Í Avstralia hava fleiri túsund fólk leitað sær skjól undan teirri tropisku melduródnini Yasi, sum kemur inn yvir land í statinum Queensland um middagsleitið okkara tíð. Avstralska veðurstovan sigur, at meðalvindferðin í ódnini liggur um 60 metrar um sekundið, og at vindferðin er upp í 80 metrum um sekundið í hvirlunum.

Veðurstovan hevur ávarað um, at ódnin fer at hava nógv regn við sær og eina flóðaldu, sum væntandi verður um hálvan triðja metur høg.

Myndugleikarnir vænta, at Yasi verður tann ringasta melduródnin í Quensland síðani 1918. Ta ferðina kom ódnin við einari flóðaldu, sum var meiri enn hálvan fjórða metur høg, og hon oyðilegði nógv hús.