Ringasta byrjan hjá einum verandi meistara

Eingin verandi Premier League meistari hevur byrjað kappingarárið verri enn Chelsea hevur hetta kappingarárið

Kappingarbyrjanin hjá enska meistaraliðnum, Chelsea hevur verið alt annað enn góð. Fakta er, at talan er um ringastu byrjanina hjá einum verandi meistaraliði í Premier League, síðani Premier League byrjaði, kappingarárið 1992-1993.

 

Norska TV hevur gjørt eitt yvirlit, sum sýnir hvørji verandi meistaralið hava havt tað bestu byrjanina uppá eitt kappingarár aftaná 10 avgreidd umfør. Og Chelsea árgangur 2015/16 er aftast á yvirlitinum. Chelsea hevur tó havt meistaralið áður, sum hava havt ta bestu byrjanina aftaná 10 avgreidd umfør. Yvirlitið hjá norska TV2 sær soleiðis út : 

 

  1. Chelsea, 2005/06, 28 stig 24-4 
  2. Chelsea, 2010/11, 25 stig, 27-3  
  3. Arsenal, 2004/05, 25 stig, 29-10 
  4. Man. Utd., 1993/94,  25 stig, 22-8
  5. Chelsea, 2006/07, 25 stig, 17-5
  6. Man. Utd., 2011/12, 23 stig, 27-12 
  7. Arsenal, 2002/03, 23 stig, 25-11 
  8. Man. Utd., 2007/08, 23 stig, 15-3 
  9. Man. Utd., 2003/04, 22 stig, 18-6 
  10. Man. Utd., 2009/10, 22 stig, 21-11 
  11. Man. City, 2012/13, 22 stig, 18-9 
  12. Man. Utd., 2000/01, 21 stig, 26-8 
  13. Man. Utd., 2008/09, 21 stig, 19-8
  14. Man. Utd., 1997/98,  21 stig, 14-4
  15. Man. Utd., 1999/00,  21 stig, 23-15 
  16. Man. City, 2014/15, 20 stig, 20-10
  17. Man. Utd., 1996/97, 19 stig, 19-11 
  18. Man. Utd., 1994/95, 19 stig, 15-7 
  19. Man. Utd., 2001/02, 18 stig, 27-17 
  20. Arsenal, 1998/99, 17 stig, 12-5 
  21. Man. Utd., 2013/14, 17 stig, 17-13
  22. Leeds, 1992/93, 14 stig, 17-14* (Seinasti vinnarin av gomlu 1. deild)
  23. Blackburn, 1995/96, 11 stig, 13-15 
  24. Chelsea, 2015/16, 11 stig, 15-19