Ringasta avrikið nakrantíð

Norska kvinnulandsliðið í fótbólti reyk í dag úr heimsmeistarakappingini, sum er í Týsklandi í hesum døgum. Norsku kvinnurnar skuldu vinna ímóti Avstralia fyri at sleppa í bólkaspælið, men hóast tær komu á odda 1-0, endaði dysturin við, at Avstralia vann 2-1. Tískil fór Avstralia í bólkaspælið.

 

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at tað norska kvinnulandsliðið ikki hevur megnað at spæla seg í bólkaspælið í einum HM-endaspæli. Tapið í dag merkir harafturat, at Noreg sleppur ikki at spæla í teimum olympisku summarleikunum í London næsta ár.