Ringasta áarførið í mong ár

Teir seinastu dagarnar hava áirnar í Trøndelag í Noregi verið so stórar sum kanska ongantíð fyrr, men nú eru tær minkaðar nakað.

Ringast hevur verið á Fosennesinum, og har hava áirnar ikki verið so stórar síðani 1916, tá byrjað varð at máta vatnið í áunum. Tað nógva vatnið hevur gjørt stóran skaða. Týskvøldið fór ein brúgv um Arnevikánna, og tað vildi so illa til, at ein ungur maður koyrdi beint út í ánna. Hann er ikki komin afturíaftur. Aðrastaðni hava brýr, vegir og hús fingið skaða, og í einum føri máttu myndugleikarnir flyta fólkið av einum ellisheimi, tí vandi var fyri, at ein á fór at taka tað við sær.

Orkustovnurin, sum hevur eftirlit við áunum, sigur, at áarførið hesaferð hevur verið sjáldsamt. Í januar í 1932 var rættiligt áarføri í Trøndelag, men mátingar hava víst, at hesaferð var 30 prosent meiri vatn í áunum enn tá. Onkunstaðni hevur vatnið verið av tí mesta í 50 ár, og summastaðni vita fólk ikki um tílíkt áarføri tey seinastu 20 árini, skrivar Aftenposten.