Ringar umstøður til stóra grind

Grindadráp: Í Klaksvík eins og á øðrum vágum eru umstøðurnar ikki góðar til at drepa stóra grind. Tað tók hálvan annan tíma at drepa umleið 150 hvalir í Klaksvík í morgun

Seint sunnukvøldið fann ein seglbátur við navninum Sankta Maria eina stóra grind norður úr Trøllanesi.
Av tí at tað var mykt, vildi sýslumaðurin ikki geva loyvi til at reka grindina inn á Klaksvík, fyrr enn tað lýsti.
Báturin lógu og bíðaðu við grindini á Pollinum til um hálvgum trý tíðina, og tá var grindin rikin inn á Klaksvík.
Ein stórur partur av hvalunum gjørdu landgongd á vestaru síðu undir HF-skúlanum, men har var so trongt, at alt slapp ikki inn. Tí noyddust menninir at vaga út eftir hvalunum.
Karl Johansen, sýslumaður heldur, at eftir umstøðunum gekk drápið væl.
Tað er ein trupulleiki í Klaksvík sum á øðrum hvalvágum, at tað er ikki lætt at drepa so stórar grindir. Meiri og meira gtót verður koyrt út á vágirnar, so minni og minni pláss verður fyri grindum.
Har hvalirnir fóru inn í grótkast mánamorgunin í Klaksvík, og menninir vaðaðu út, hendi tað meira enn eina ferð, at menn fóru undir.
Klaksvík er tó framvegis egnað sum hvalvág, sigur Karl Johansen.
Fyrrapartin metti hann, at grindin lá um 200 miðalstórar hvalir.
Sambært Norðlýsinum vóru tilmeldaðir um 1000 menn.
Seðlarnir fóru at koma út seinnapartin. Sýslumaðurin vónaði í morgun, at nakað eisini fór at verða til heimapartar.