Bókaframløga
Tað er Axel Tórgarð, sum hevur týtt heimsgitnu skaldsøguna til føroyskt.
Høvundur J.R.R. Tokien. Hann varð føddur í Suðurafrika av bretskum
foreldrum í 1892, men faðirin doyði og móðirin flutti aftur til Onglands tá sonurin var trý ára gamal. Hann vaks upp í trongum korum, men fekk góða skúlagongd og endaði við at gerast professari í angulsaksiskum máli. Hann slapp tó ikki undan at taka lut í fyrra heimsbardaga, og ræðuleikarnir í skotgrøvunum, tá hansara herur misti 60.000 mans í einum bardaga, var nakað sum aldrin fór honum úr minni.
Kunnleiki hansara til gamla enska málið og tey norrønu málini, sum vóru tí so lík, gav honum íblástur til rithøvundavirksemi. Fyrsta bók hansara var Hobbin, sum kom í 1937. Hon fekk so góða undirtøku, at forlagið vildi fáa hann at gera eitt framhald, og hann fór at skriva, men arbeiðið gjørdist so umfatandi, at árini gingu uttan at nakað kom frá honum. So kom hann við einum handriti til bókina Ringanna harra, sum var so stórt, at forlagið segði at tað mátti koma út í trimum táttum.
Fyrsti táttur kom út ólavsøkudag 1954 og fekk navnið Ringliðið. Annar táttur kom út mortansmessudag sama ár og fekk navnið Tey bæði tornini. Triði táttur kom út nærum eitt ár seinni, tann 20. oktober 1955.
Tað tók nøkur ár til sølan gjørdist stór av hesum bókum, men so var tað ikki við mýkindum! Hesin friðarligi professarin, sum í frítíð síni hevði havt hesa skriving til dagdvølju, gjørdist knappliga metsølurithøvundur, og fólk um allan heim fóru at lesa hesa bók. Heilt bilsin gjørdust hann og konan tá ein studentaskúlaklassi úr California setti upp tjøld síni beint við dyr teirra fyri at sleppa at síggja høvundan. Fyri tey ið ung vóru í sekstiárunum gjørdist bókin ein kultbók, og summi fingu sær enntá nøvn eftir persónum og støðum í bókini.
Men henda undirtøkan var ikki eitt upplop. Áhugin fyri bókini hevur staðið við og vaksið síðani, og eitt prógv fyri hesum er at teir tríggir filmarnir, sum gjørdir eru um hesa bók, hava verið nakrir av teimum, sum flest fólk hava sæð í heiminum.
Tá ið aldarskiftið var, vórðu fólk spurd hvørja bók tey hildu vera ta bestu sum skrivað var í farnu øld, og har kom Ringanna harri inn sum nummar eitt.
Tíðliga gjørdist Axel Tórgarð áhugaður í Tolkien. Hann sigur, at ein amerikumaður kom at búgva eitt skifti í Kvívík, og hann bað Axel lesa Hobban. Hann varð hugtikin av henni, týddi hana til føroyskt og las hana upp í útvarpinum. Í 1990 kom hon út. Tað var tó ikki fyrr enn nógv seinni at Axel fór at týða Ringanna harra. Týðingin av fyrsta tátti var liðug 30. oktober 2003, og í vár var øll týðingin liðug. Ringliðið kom út 18. desember 2003, nú kemur annar táttur, og ætlingin er, at triði táttur skal koma út næsta heyst.









