Ringanna Harri fekk 11 av 11

Seinasti filmurin um Ringanna Harra gjørdist sum væntað tann stóri sigursharrin á Oscar-hátíðarhaldinum

Undan hátíðarhaldinum var "Ringanna Harri - Kongurin kemur aftur" í uppskoti til ellivu Oscar-virðislønir, og hann fekk allar.
Eitt nú varð filmurin kostin besti filmur, og leikstjórin, Peter Jackson, varð kosin besti leikstjóri.
Tann suðurafrikanska Charlize Theron fekk heiðurin fyri tann besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fyri leiklut sín í filminum "Monsters", og Sean Penn varð valdur sum tann besti mannligi høvuðsleikarin fyri leiklut sín í filminum "Mystic River".