Ringan smakk í munninum

Eivind Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur seg sita við ringum smakki í munninum eftir sendingina um Anitu

Kringvarpið sendi í gjár sendingina, Anita, sum varpaði ljós á fleiri illa lýdd viðurskifti í føroyskari fiskivinnu. Eitt nú varð greitt frá, hvussu útendski avgerðarrætturin virkar í vinnuni, hóast hesin ikki er loyvdur, at útlendingar ikki mynstra eftir føroyskum manningarsáttmálum, og at trygdarreglurnar ikki vóru nøktandi umborð á Anitu.

 

Í Degi og viku í kvøld varð tosað við Eivind Jacobsen, tingmann fyri Sambandsflokkin, og hann segði seg vera illa við av sendingina. Ella sum hann málbar seg, so var hetta ikki nakað, sum føroyska politiska skipanin kann vera errin um.

 

Eivind Jacobsen segði, at viðurskiftini, sum ljós varð varpað á, heilt víst verða partur av viðgerðini, nú fiskivinnulóggávan skal endurskoðast, og eitt nú segði hann, at hetta heilt víst eisini fær umrøðu, tá uppskotið hjá javnaðarflokkinum um føroyskar sáttmálar verður viðgjørt.

 

Sendingin, sum varð víst í Kringvarpinum í gjár, sæst HER.