Ringa veðrið heldur á, og tað mesta av degnum í dag verður skíggjað og regn. Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, og í hvirlunum upp í ódn. Hitin í dag er millum fýra og sjey stig.
Soleiðis eru koyrilíkindini um landið í dag, sambært Landsverki:
- Dalavegur til Viðareiðis: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 33 m/s
- Klaksvík, Gerðabøur: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Syðradalur: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Gjáarskarð: skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
- Kambsdalur: stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Gøtueiði: hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin: skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri: andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Høgareyn: hvassur vindur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- Á Sandavágshálsi: skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð: hvassur stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
- við Velbastaðháls: skrið, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Krambatangi: andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin: hvassur stormur, í hvirlunum upp til 44 m/s
- Porkerishálsur: stormur, í hvirlunum upp til 34 m/s