Vánaliga gongdin hjá Sligo Rovers heldur fram

Stefan Radosavljevic var aftur við í byrjanaruppstillingini hjá Sligo Rovers í kvøld

Annan dystin á rað slapp Stefan Radosavljevic at byrja inni fyri Sligo Rovers.

 

Sligo Rovers tók í kvøld í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini móti Waterford á Showgrounds leikvøllinum í Sligo.

 

Waterford vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið í fyrsta minuttinum av seinna hálvleiki.

 

Stefan var skiftur út tá 71 minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

Sligo Rovers hevur bert vunnið tvey stig í teimum seinastu seks dystunum. Teir eru nú triðaftast í deildini við 14 stigum fyri 13 dystir. 

 

Mánadagin klokkan 17 hevur Sligo aftur dyst á heimavølli. Hesaferð kemur St. Patrick´s á vitjan.