Ring uttan at hugsa um kostnað

Nú ber til at ringa dagliga til vinir og kenningar, bæði her heima og uttanlands, uttan at hugsa um hvat tað kostar, sigur Eyðstein Johannesen, stjóri á samskiftisfyritøkuni ”iConcept”, sum bjóðar fram FlatRatePluss+ pakkan

Felagið iConcept er av álvara er farið at gera um seg á føroyska samskiftismarknaðinum við FlatRatePluss+ pakkanum, sum er eitt tilboð til privata telefonsamskiftismarknaðin.


”iConcept” bjóða eina nýggja tænastu til viðskiftafólk síni, sum hava FlatRate breiðband, har tey fyri 299 krónur um mánaðin kunnu tosa við fastnet- og IP-telefonfelagar í Føroyum og Danmark við ongum øðrum meirkostnaði enn uppringingargjaldinum.


Fyrimunurin við FlatRatePluss+ er, at brúkarin nýtist ikki at gera nakra íløga í teldur ella annan útbúnað, og eingin nýggj tøkni er at seta seg inn í. Alt er sum vanligt, bert ein rutari verður settur á telefonleidningin, sum kemur inn í húsið. Annars er eingin munur at síggja til. Brúkarin ringir sum vanligt og skal einans gjalda uppringingargjaldið. Annars er frítt at tosa. Restin av samtaluni er heilt ókeypis, líka mikið hvussu leingi.


Pluss-pakkin vendir sær serliga til vanliga húsarhaldið. Hjá teimum, ið hava familju uttanlands, sum tey vanliga tosa við, eru nógvir pengar at spara, sigur Eyðstein Johannesen, stjóri á ”iConcept”

.

”iConcept” er eitt virki, sum heldur til í Bøkjarabrekku í Havn, og veitir kappingarførar vørur og tænastur innan samskifti og kunningartøkni og veitir telefoni og internet til bæði privatfólk, virkir og stovnar. Navnið ”iConcept” stendur fyri innovative ella nýskapandi – nýskapandi konsept.