Ring ummæli til Kaizers Orchestra

Fjóðra fløgan hjá Kaizers Orchestra ?Maskineri? fær ring ummæli á tónleikasíðuni gaffa.dk. Í ummælinum av fløguni skrivar Erik Barkman m.a.:

?Á ?Maskineri? ljóðar Kaizers Orchestra sum ein bólkur, sum er á veg ímóti einari vemmiligari lendan. ?Maestro? frá 2005 hevði eitt raffinerað balkanpunkljóð við íblástri frá Tom Waits. (?) Men ?Maskineri? ljóðar sum um, at bólkurin hevur mainstreama seg sjálvan hálvavegna til deyðis. Í einari løgnari basstungari ljóðmynd veltrar Kaizers Orchestra sær í sólríkari rokk?n?roll, singer-songwriter-balladur, funkflirtraríir, Nirvana-sitatum og annað gott frá tí blandaða landhandlinum. Tað er eingin felags leið í teimum tólv sangunum ? eingin íblástur og eingin neisti. (?) Tó hava Kaizers Orchestra eisini hesu ferð gjørt fangandi niðurløg. ?Apokalyps Meg? og ?Den Andre Er Meg?eru fínir sangir, sum hava eina sterkari framleiðslu og sum lættliga kunnu samanberast við bestu sangirnar hjá norðmonnunum. Men ?Maskineri? ljóðar sum eina fløgu av einum bólki, ið hevur mist áhugan fyri eina felags verkætlan umframt trúnna uppá egnu evnir.?