Í londunum kring um okkum er vanligt, at lesararnir fáa loyvi til at ringja til ráðharrar og spyrja teir um ymisk mál.
Hetta hevur ikki verði vanligt í Føroyum, men sunnudagin fer Sosialurin at gera eina roynd og vit byrjað við sjálvstýrismálinum.
Sunnudagin millum klokkan 17 og 19 fer Høgna Hoydal, landstýrismaður í sjálvstýrismálum, at svara spurningum frá lesarum okkara, um uppskot landsstýrins um framtíðarstøðu Føroya.
Spurningarnir og svarini frá landsstýrismanninum verða prentaði í blaðnum týsdagin.
Vit vóna, at lesarar okkara taka dyggiliga undir við hesum nýggja tátti