Nógvur kavi hevur lagt seg á vegirnir kring alt landið í nátt, og Landsverk boðar eisini frá hálku og krapa.
Tískil verður mælt til at fylgja vanligu hyggjuráðunum um at koyra eftir umstøðunum. Frá 1. desember til 30. apríl er eiheldur loyvt at koyra við summardekkum, tá ið vandi er fyri hálku. Er vandi fyri hálku, og bilurin hevur summardekk, krevst, at ketur verða settar undir bilin.
Sambært Landsverk, so kann roknast við hálku á hesum støðum:
Við Velbastaðháls
Sandoy
Klaksvík
Gjáarskarð
Kambsdalur
Gøtueiði
Oyndarfjørður
Runavík
Norðskálatunnilin
Tjørnuvík
Høgareyn
Vatnsoyrar
Sund
Fámjinsvegurin