Summi eru einsamøll eftir sundurskilnað, og onnur hava onkrar sorgir antin av rúsdrekkatrupulleikum ella rúsevnismisnýtslu. Tað er heldur ikki óhugsandi, at summi av hesum fólkum eru illa fyri fíggjarliga, nú so nógv fólk hava mist arbeiði.
Tá ið fólk soleiðis ringja til politið, roynir politisturin at práta við tey, og metir politisturin, at fólkunum tørvar hjálp, ringir hann til lækna og kanska eisini til avvarðandi fyri at veita viðkomandi besta stuðulin ella hjálpina.