Ring ikki uppaftur

Fleiri hava í morgun fingið sms boð frá einum bretskum nummari, við boðum um at ringja til sín.

Fleiri hava í morgun fingið sms boð frá einum bretskum nummari, við boðum um at ringja til sín.


- Var sad at ringe til mig.


Tað eru boðini, ið fleiri føroyingar hava fingið í morgun frá bretska nummarinum +447011920671.


Talan er enn einaferð um eitt umfar av sviki, har útlendingar royna at snýta føroyingar fyri pening.


Frá Føroya Tele verður upplýst, at tað er lítið, ið tey kunnu gera við tílíkt, tí útlendingarnir skifta nummar í heilum. Men ráðini til kundarnar eru einføld. Man kann gott taka telefonina, men man má endiliga ikki ringja uppaftur. 


Tað, sum bakmenninir tjena pening uppá, er nevniliga at eitt gjald verður lagt á, tá fólk ringja uppaftur.