Fiskavirkið hjá Sandoy Seafood í Skopun, verður nú lukkað. Tað sigur Sandoy Seafood í eini fráboðan beint nú.
Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg. Hetta merkir, at virkið keypir ikki meira rávøra, og fiskurin, sum er á virkinum, verður virkaður, pakkaður og seldur. Eftir tað verður virkið stongt.
Tað eru Mowi Faroes og Delta Seafood, sum eiga Sandoy Seafood. Mowi Faroes heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faroes í tveimum umførum hevur gjørt royndir á Sandsvág sum aliøki, fer felagið nú undir framleiðslu á Sandsvág, har felagið í august í ár fer at leggja seks aliringar.










