Grindin, ið bleiv funnin í Skopunarfirði í morgun, er í løtuni út fyri Gomlurætt. Tað siga fólk, ið eygleiða grindina frá landi.
Upplýst verður, at talan er um eina stóra grind, men at hon gongur í fleiri bólkum og er ring at fáast við.
Í løtuni eru seks bátar hjá grindini, ið svimur norður gjøgnum Skopunarfjørð. Sum Miðlahúsið skilur er ætlanin at reka grindina til Leynar.

Ring at fáast við

