Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í gjár.
Nú er enn eitt gjaldsportur sett upp soleiðis, at útlendingar skulu gjalda fyri at fara út í Kallin á Kalsoynni at síggja vitan og staðið, har James Bond lat lív í seinasta filminum.
Bara føroyingar, sum gjalda skatt í Føroyum, sleppa ókeypis út á Kallin, nú móttøkustøð er sett upp á Trøllanesi.
Tað sigur Jóhannus Kallsgarð, bóndi, sum eisini rekur Visit Kallur, við útvarpið.
– Trupulleikin er, at ferðafólkastreymurin er alt ov illa skipaður, og tað órógvar alt ov nógv. Fólk ganga og mala í eyst og vest og órógva bæði fugl og landbúnað, greiddi Jóhannus Kallsgarð útvarpinum frá.
##med2##
##med3##
##med4##