Rindar ikki fyri Svein

Niklái Nysted heldur ikki, at partafelagið Knassar hevur nakra orsøk at gjalda bótina hjá Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á Portal.fo.

- Eg dugi ikki at síggja, hví vit burdu goldið bótina fyri hann, sigur Niklái Nysted, stjóri í p/f Knassar, tá hann verður spurdur, um p/f Knassar, sum eigur og rekur portal.fo, fer at gjalda bótina fyri Svein Tróndarson, nú hann av Føroya rætti er dømdur fyri ærumeiðing í greinum, hann hevur skrivað, meðan hann var redaktørur á Portalinum.

 

Eftir at tey fýra miðlafólkini vóru dømd fyri ærumeiðing í Føroya rætti og tí skulu gjalda bæði bót og sakarmálskostnað, hevur fakfelagið hjá miðlafólkum, felagið Føroysk Miðlafólk, heitt á leiðsluna í Kringvarpinum og á Portalinum, um at gjalda bótina fyri síni starvsfólk.

- Í sambandi við sakarmálið móti fýra miðlafólkum minna Føroysk Miðlafólk á, at ovasta leiðsla í fjølmiðlum hevur ábyrgdina av tí, sum miðilin ber fram, boðaði felagið frá í eini yvirlýsing.

 

Fakfelagið heldur tað ikki vera rætt, at hvørt einstakt tíðindafólk skal hava eina hóttan um persónliga bót hangandi yvir sær í sínum dagliga arbeiði.

- Um starvsfólk á einum miðli verður dømt fyri ærumeiðing í arbeiðshøpi, so eigur miðilin at rinda bøturnar.

 

Niklái Nysted sigur kortini, at hann ikki heldur, at Knassar hevur nakra logiska ábyrgd at gjalda bótina fyri fyrrverandi redaktørin á portal.fo, Svein Tróndarson.

- Um ein bilførari hjá Samskip í Føroyum koyrir við kenning, so er tað ikki stjórin hjá felagnum í Íslandi, sum missir koyrikortið, sigur hann.

 

- Hetta er eitt persónligt mál hjá Sveini Tróndarsyni og ikki nakað, sum vit brúka tíð ella orku upp á, sigur Niklái Nysted.

 

Hann sigur tó, at um tað vísir seg at lógin sigur, at arbeiðsgevarin skal rinda tílíka bót, so skulu teir nok gjalda.

- Fyribils gera vit tó einki, og bíða eftir at sakarmálið verður endaliga avgreitt, sigur Niklái Nysted at enda.