Rindaðu sakførara 79.800 krónur

Johan Dahl fekk ráðgeving frá privatum løgfrøðingi í sambandi við kanningina í sambandi við kanningina hjá landsstýrismálanevndini


Johan Dahl, ella Vinnumálaráðið, rindaði 78.900 krónur til sakførara í sambandi við málið, har landsstýrismálanevndin kannaði embætisførslu hansara í kjalarvørrinum á rokinum um fíggjarstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Tað váttar Johan Dahl, eftir at Høgni Hoydal hevur spurt hann um hesi viðurskifti.

Høgni Hoydal setti landsstýrismanninum tríggjar spurningar

 

Fyrsti spurningur var um landsstýrismaðurin hevur keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluna - antin persónliga ella umvegis Vinnumálaráðið?

Tað váttar Johan Dahl Dahl, men hann orðar seg soleiðis, at tað var Vinnumálaráðið, sum keypti uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið.

Johan Dahl sigur, at talan er um løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við landsstýrismálanevndina og tað hevur kostað 79.800 krónur, uttan mvg.

 

Høgni Hoydal vildi eisini hava at vita, hvør hevur ráðgivið og veitt tænastu til landsstýrismannin í sambandi við tíðindaskrivini, Vinnumálaráðið almannakunngjørdi leygardagin 25. november, og har niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini vórðu lagdar út til frama fyri landsstýrismannin, hóast Landsstýrismálanevndin ikki hevði almannakunngjørt sína frágreiðing?

 

Johan Dahl sigur, at tað var vinnumálaráðið, sum hevur ráðgivið honum og veitt honum tænastur í sambandi við tíðindaskrivini.

- Uttanhýsis løgfrøðiligi ráðgevin í sambandi við kanningarmálið, og uttanhýsis fjølmiðlaráðgevi, hava eisini havt ein leiklut i tilgongdini, sigur Johan Dahl í svari sínum til Høgna Hoydal.